Yrkingar eftir Rúna Thomsen
← Allar yrkingar

Nr. 1 av 65

16 ár

Sorg og sakn 27. januar 2022

Stilt, saknur, tómleiki, sorg hugtungt sukk, tár, grátur Man livir lívi sum uppá borg lekjandi er tó lívsins látur

Vit falla, men kunnu ei liggja fevna um tey sum eftir sita Fram í tómleika vit hyggja onki um framtíð okkara vita

At missa eitt av eins besta stóra sorg i hjarta at bera Lívsins dapurleika at gesta saknur í hjarta man skera

Minnir kveikja látur og tár geva vón um fram at síggja Tó at enn er bløðandi sár man reisist aftur úr kníggja

Lívið er ei bert á rósum dansur man má taka við harðastu ódn altíð tað tó kemur enn ein kjansur vit sneiða um tað næsta horn

— Rúna Thomsen