Yrkingar eftir Rúna Thomsen
← Allar yrkingar

Nr. 58 av 65

2 ár

Sorg og sakn 20. september 2023

Siti her og dimmi úti í kring, tankarnir mala Stýri lívsins skútu Lívsins strongir spæla

Tað lýsir aftur fyri degi tankarnir lagdir í dvala So aftur longsul við megi Soleiðis kenslurnar spæla

Aldrin í gloymskunar bók men altíð í hjørtum vár Næsti dagur, fyrra tók ein løta løtt, næsta svár

Tvey ár við sorg í hjarta við løtum í dimmun dali Hugsa tó um tað bjarta lívi gevur eisini sæli

— Rúna Thomsen