Yrkingar eftir Rúna Thomsen
← Allar yrkingar

Nr. 51 av 65

Floygd

Familja og kærleiki

Á lívsins vegi vit snáva men reist teg, fell ei í fátt Tí snávi, kann vera ein gáva um eina forðing tú hevur nátt

Tú nátt nú hevur enn eitt mál tó ei uttan snáv, tað var Men nú vit kunnu siga skál ti nú tað endiliga á mál bar

Góðasta elskaða dóttir mín Takk fyri at tú ert tann tú er Hesi orð eg bera vil til tín nú tú er floygd og víðari fer

— Rúna Thomsen