Yrkingar eftir Rúna Thomsen
← Allar yrkingar

Nr. 43 av 65

Føroyar á sumri grønar liggja

Náttúra og árstíðir

Føroyar á sumri grønar liggja sólin niður á tær man hyggja Lotið er lýtt strýkur um ong ljóst er úti tá farast skal í song

Fuglar láta um haga og dal fjálga um pisuna fuglurin skal Lágin letur so sára hoyrist láta Skúgvur letur sum um teir práta

Tjøldini klippandi flúgva sum særd Lykkupisan skal eisini vera vard Spógvin við sínum serkenda ljóð Jú øll láta sín song so fróð

Vakrast av øllum er summar nátt Friður nú hevur lagt seg brátt Skjótt á flog pisurnar fara Móti øðrum londum nevið tær snara

— Rúna Thomsen