Nr. 39 av 65
Hugleiðing
Lívsins vegir vit velja og vraka Við hvørt skeivar vegir vit taka Vit varnast tað ofta ov seint Tá tungt er at koma aftur á beint
Vit skulu gleðast um gávur vit fáa Tað lívi gevur eftir vit hava sáa Hvønn dag at leiða eitt lív á leið Til vit ein dag sjálvi leggja at keið
Eg havi tiki avgerðir stórar og smáar Tær sum broytt hava lívi eru ikki fáar Aftur ein stóra avgerð eg tiki nú havi Sjálvt um eg veit tað er tungt og strævi
Skal eg síggja tað lív eg sett havi til So má eg á mínum aftur fáa skil Aftur at royna tað lívsleið sunnu Til gonguskógvarnar havi eg funni
Vóni og hopi at styrkin verður mær við So takast kann til seinasta stig Ja gevi mær styrki at ganga um sýn Ongantíð helvitis søtan aftur koma til mín
— Rúna Thomsen