Nr. 18 av 65
Landi hvítt um tindar og knes
Landi hvítt um tindar og knes brimi brýtur um sker og nes ódnirnar ýla um haga og bø bróta frá sær leyst og føst trø
Á bønum eitt lamb tað gongur í luftini ein kráka hon hongur í fjøruni ein drongur sjabbar leitar, finnur og fangar krabbar
Sólin kastar sína megi um bygd Ein æðubøða veitir ungum trygd bárurnar spæla sær á sandi her valdar friður og ongin vandi
Lombini veksa og pisur fara á flog Veðrarnir settir verða aftur til troð Brátt fer fuglurin landinum av og sólin setist skjótari í kav
Mánalýsi og náttin stjørnuklár er norðlýsi spælir sær, kemur og fer norðstjørnan og karlsvognurin skína loti nú eftir bønum man kína
Harur nú aftur fáa hvítari hár aftur legst myrkur um landi vár aftur eitt ár er fari um sýn aftur eitt ár er komi til mín
— Rúna Thomsen