Yrkingar eftir Rúna Thomsen
← Allar yrkingar

Nr. 25 av 65

Látur tín sum bárunar brot

Sorg og sakn 29. desember 2016

Látur tín sum bárunar brot Heim vart tú kalla sum eitt skot Beint nú hoyrist bert skerandi grátur Eftir sita vit og hugsa um tín látur

Fylta út manga løtu vit fingu Heima og tá túrar tit gingu Tín kærleika tú deildi yvir alt Á sumri, eins væl sum tá á vetri var kalt

Tú nú farin er víðari á leið Minnini hava vit og gloyma teg ei Hvíl í frið tú okkara elskaða urt Vit gloyma teg aldrin burt

Svár er stundin hjá teimum sum eftir sita Men eitt er sum tey heilt sikkurt vita Bæði børnini tíni og tín elskaði maður Tit hittast aftur tá komin er teirra dagur

— Rúna Thomsen