← Allar yrkingar
Nr. 35 av 65
Lívið tað tekur og lívið tað gevur
Lívið tað tekur og lívið tað gevur Lívið einans til láns tú hevur Lívið kann mangan tykjast tungt og grátt Lívið gevur tær minni mangt og gott
Lívið er eittans so spæl ei við tað Lívið skal livast hvønn einasta dag Lívið berast kann saman við eitt træ Lívið letur bløðini grønka og følna avstað
Lívið er sprottið móðirlívinum úr Lívið fellur aftur í móðirnáttúr
— Rúna Thomsen