← Allar yrkingar
Nr. 41 av 65
Øll vit setast skulu í ein kassa
Øll vit setast skulu í ein kassa Ja øll skulu helst í hann passa Um onkur ikki passar helt inn Eina diagnosu til viðkomandi finn
Vit mangla tey við serligum evni Hvørki nøvn ella evni eg nevni Men vit mugu koma aftur á slóð Og játta tey sum eru meira og minni góð
Lat okkum læra at liva øllum við Lat okkum geva øllum frið Tey sum fella útum og sum passa inn Til øll í lívinum eitt pláss finn.
— Rúna Thomsen