Nr. 10 av 65
Sjeytifimm í hugaheimi
Jeg siti og líti at himlinum høga Hugsanir sveima í minninum vekk Rødd tín í hugaheimi man kvøða Eina glæmu av tær fram jeg fekk
Árini eru runnin sum glerð á várið Burtur drippað men fylt ein hyl Við sakni um teg hvørt einasta ári Minnast til tín jeg altíð vil
Tú fór sum eitt snarljóð úr hesi verð Vit varnaðust onki so vart tú vekk Seinastu løtu vart tú hjá mer Ja seinastu løtu við tær jeg fekk
Sjeytifimm í dag vildu árini veri Ja saman vit kundu nú feira tín dag Men bert hjá okkum minnini eri Tí tú fór her frá til annan stað
Faðir mín kæri jeg takki tær her Takk fyri løturnar her á fold Vit hittast ei aftur í hesi verð Men ikki fyrr enn jeg lagdur eri í mold
— Rúna Thomsen