Yrkingar eftir Rúna Thomsen
← Allar yrkingar

Nr. 53 av 65

Sorgin kom sum eitt snarljós

Sorg og sakn 20. september 2022

Sorgin kom sum eitt snarljós skar í hjarta eitt opið sár Ilt er at finna aftur á kós sjálvt um nú er fari eitt ár

Men nábúgvar eru sorg og gleði, sorgin minkar til lítlan loga Gleðin um minnir veksur við megi Saknurin tó ringur at yvirskoða

Ongantíð sløkkja vit sorgarloga ongantíð saknin at missa vit fara men aftur gleði í lívinum vit fáa sorg og sakn vit skulu snara

Lívið gevur og tekur hvønn dag við hvørt ei meining tað gevur Minnast vit tó mugu á tað, lívið nógvar ljósar síður hevur

Leggi tykkum tí um lívið í huga eisini tá sorgin er tyngst at bera Aftur lívsgleði tú man fara at fáa eisini um dagar tungir munnu vera.

— Rúna Thomsen