Yrkingar eftir Rúna Thomsen
← Allar yrkingar

Nr. 4 av 65

Til tín

Sorg og sakn 17. november 2021

Mín elskaði sonur mín longsul til tín sum vatni í ánni hann rennur til mín Løtur tað rennur og tutlar so stilt So koma dagar við áarføri og áin fylt

Eg hugsi um teg við hvørt andadrag tankarnir koma og fara avstað At snakka um teg, ugga tað ber Merki at tá ert tú nærri hjá mer

Vit mugu læra at liva uttan teg her Men altíð man teg í hjartanum ber Áin víðari rennur hvønn dag Men tú altíð hevur eitt fastfryst stað

— Rúna Thomsen