← Allar yrkingar
Nr. 31 av 65
Tjøldrini bera okkum vár og ljós
Tjøldrini bera okkum vár og ljós Bera okkum boð um luft við lýggju Flytifuglur Føroyar hevur sett í kós Fyri framman nú summari eg síggi
Nú fer Føroyar at skifta til summarlit Lombini koma á bønum at spæla Reis teg upp ikki longur inni sit Far heldur út í náttúruna at mæla
— Rúna Thomsen