Nr. 27 av 65
1. november
Nú tankar okkara seg kava niður Yvir dagin kennist ein sorgar friður Vit minnast aftur við sorg í huga Til tykkum váta grøv skuldu fáa
Føroyska tjóðin er havsins tjóð Fremstur á sjógvi maður stóð Men ikki bert gávu havið tað gevur Aftur fyri mangt lívi tað krevur
Í dag tit, sum mist hava mínir tankar fáa Tit, sum mistu onkran til havið bláa Friður veri við teimun, sum farin eru Friður yvir degnum lýstur verið.
— Rúna Thomsen