Yrkingar eftir Rúna Thomsen
← Allar yrkingar

Nr. 28 av 65

Froðba

Land og fólk

Frá Borðáknes til Vikagerð Randalsfossur sítt vatn tað ber Ásdalur ber boð um forna øld Og víkingar seinni sett hava tjøld

Nakkurin ytstur hevjar til ský Og hyljum kombikk í fjøru í Holið í Hellu sum ein varði liggur Og suður í landsyning hyggur

Hamar og Torvheyggur býlingar tveir Undir skorðum býtur seg í uppaftur fleir Atløgukeiðir hevur tú tvær Hamarskeið og Víkargerð

Jú staðarnøvn í hundranda tal Sum óvitar kendu vit tey í okkar spæl Bygdin har eg gekk barnaskógvar mínar Froðba í mítt hjarta tú sett hevur sporðar tínar

— Rúna Thomsen