Nr. 61 av 65
5 ár
Dagar lýsna og sløkna í hav Enn ein dagur minnir os gav Tíðin rennur, men í stað stendur Aftur tankar til tín man vendur
Hvønn einasta dag í huga tú er Sjálvt um tíðin rennur við ferð Ofta tankar hvat tú mundi gjørt Hvussu tú lívið hevði ført
Ilt er at hugsa at fimta ári nú fer Síðan tú var ryktur úr hesi verð ilt at hugsa at so skjótt tað gongur at tú kundi verið maður, mín drongur
Tíðin lekir øll bløðandi sár ja so er eitt av orðatøkum vár Kanska sári ikki bløðir longur Men framvegis djúpa arrið gongur
Tíðin gevur eisini møguleika at liva men lat tað tó ikki vera nakran iva Tú ert hjá okkum hvønn einasta dag Eisini nú fimm ár fara avstað.
Skriva í samband við at tað eru 5 ár síðani vit mistu okkar elskaða son Tóndur
— Rúna Thomsen