Yrkingar eftir Rúna Thomsen
← Allar yrkingar

Nr. 62 av 65

4 ár

Sorg og sakn 20. september 2025

Sorgin sum skot úr byrsumúla stoytti seg niður sum ein súla Lívið broyttist sum eitt snarljós ja lívið tók eina nýggja kós

Okur vita ei hvat næsta løta gevur vita ei um morgindagin man hevur Okur liva tí í løtuni sum er njóta tað sum hendan løtan ber

Um enn tíðin við ferð gongur Sorg og saknur í hjartanum hongur Men kærleikin ber dagin í hús minnini geva okkum lívsins rús

Ei við orðum frá okur kunnu greiða um tað sum okur í hjartanum eiga Men taka hvønn dag sum hann kemur Onkrir djúpri kenslurnar nemur.

— Rúna Thomsen