Yrkingar eftir Rúna Thomsen
← Allar yrkingar

Nr. 46 av 65

Av landsins hægsu rók

Land og fólk 18. september 2018

Av landsins hægsu rók Avgerð nú hægsu maður tók Hann vil ei til fornuftin hyggja Men saman við ørðum liggja

Føroya løgmaður knúst hevur vón Nú fámjinstunnilin hvørvur úr sjón Væl skiljandi fámjiningar missa mót Samgongan fyri teimum spennir fót

Landsverk heldur fyri so Frá veðurstøð tit fáa kunnu boð Siti so heima tit í frið Tá veðurstøðin sigur omanfyri fýrati

Borgarstjórin er óndur ei hann vil fjala Næsta verður at tit Merkið stjala Hann hartar sín flokk Og er um at kappa um stokk

Arni settist og hvessir sín penn Hoyri tit nú okkum kvinnur og menn Vit skulu koyra um skarið hvønn dag Skilji nú vandan í hesum stað

Fámjin tað minkar burtur og vekk Eina veðurstøð var hvat Fámjin fekk Skjótt eru øll farin og sløkt er ljós Er hetta rætta samfelags kós

Nei einasti sum logikk hugsar her Landstýrismaðuri í samferðslumálum ger Hugsa teg tí um einferð enn løgmaður Og verð ikki so blindur og stemmugraður

— Rúna Thomsen