Nr. 47 av 65
Sníkjandi fram gjøgnum haga
Sníkjandi fram gjøgnum haga Veðri er vakurt og luftin blá Undan einum heggi eg royni at kaga Veri so stillur ikki bróta eitt stráð
Seyðurin liggur, tað er jótri tíð Alt er stilli bert ein lítil ónd Ein kráka sveimar himlinum í Fast haldi byrsuni í hond
Alt við eitt loypur hon út Bang, í klettinum tað brast Byrsan á lofti og um oyrini krút Ljóði í oyra setur seg fast
Haran rullar, so still hon liggur Eg rakti og fongur góður er Seyðurin eftir okkum hyggur Við eitt buldur og brak er her
Kvirran leggur seg aftur um bø Harurnar goyma seg ikki út vilja Tær goyma seg ymisk góð støð Eftir larmin kann man væl tær skilja
— Rúna Thomsen