Nr. 8 av 65
Hendur úr lumma og lumma í hond
Hendur úr lumma og lumma í hond Skeyt, móti skeyta og árar í bond Føtur á lunnar ella í bekk Spenni í árar, hvørja spong strekk
Liggja á máli spenningur er Dómari títtar nú klárt er her So kemur rópið veri nú klár Gloym alt um árablørur og bekkasár
Aftur í dag tit øll megnaðu tað At smyrja út Erlu á teirra stað Stórfagnaður fyri tykkara sigur Róp og rómur, nei ongin tigur
Hjartaliga til lukku ynski jeg Tit eru nakað heilt fyri sjeg Eisini heilsan til hini øll Minst til at viljin kann flyta fjøll
— Rúna Thomsen