Yrkingar eftir Rúna Thomsen
← Allar yrkingar

Nr. 7 av 65

Ein summardagur

Náttúra og árstíðir 30. juli 2021

Køvandi toka um tindarnir hongur Í bønum spæla genta og drongur. Áin tutlandi gjøgnum bø og teig Eitt ross eftir sandinum reið.

Ein sólstrála trokar gjøgnum tokuna seg Nakrir regndropar falla av himli á teg Ælabogin nú sýnir sínar litir himlinum á Skjótt skal sólin megina á regninum fá

At enda søkkur, í vestri, sólin í kav Aftur hon himmalin brennandi roða gav Til songar fer enn ein summardagur Umskiftandi men at enda so fagur

— Rúna Thomsen