Nr. 6 av 65
Longsul
Jeg longist at síggja títt fitta bros Jeg longist at hoyra titt vakna tos Jeg longist at hoyra skerandi flenn títt Jeg longist at fáa svar uppá boð mítt
Jeg royni at grøða eitt bløðandi sár Jeg royni at gráta men ei koma tár Jeg royni at spyrja men fái ei svar Jeg royni at minnast løtur við tær
Jeg minnist til hvussu raskur tú var Jeg minnist til jollutúrar við tær Jeg minnist til tínar túrar í oyggj Jeg minnist til hvussu tú elskaði hoyggj
Jeg sakni teg hvørt sekund, ið fer Jeg sakni teg í hjartanum hjá mer Jeg sakni teg síðani tú fór um sýn Jeg sakni teg elskaði sonur mín
— Rúna Thomsen