Nr. 64 av 65
Mammudagur 2025
Góða mamma mín í dag jeg heilsu sendi úr hjartanum til tín Mót himlinum jeg vendi
Fyrsta ár her uttan teg Ikki longur práta og ringja tí her til tín so skrivi jeg um tað sum man tyngja
Móður lívið mítt fyrsta heim og uppvøkstur undir veingjum ikki alt var bara gleði og gleim tó mangt spæl á harpunar streingjum
Í tryggum heimi okur vuksu til vusku upp vit, sponn fyri sponn Lívið er bert eitt lítið bil alt fánar víð tíðarinnar tonn
Jeg minnist manga stund um lívið søgur tú segði um tá tú á ástarfund eitt knívhvast minni tú hevði
Ja minnini sita vit nú við og sakur hjá okkum er Mamma hvíl tú nú í frið hvíl nú aftur við pabbasa lið.
— Rúna Thomsen