Yrkingar eftir Rúna Thomsen
← Allar yrkingar

Nr. 63 av 65

Til Femju, okkara yngstu stjørnu

Familja og kærleiki 18. juni 2025

Nú stendur tú stinn og klár á vakt, við prógv í hond og framtíðsmakt. Okkara yngsta, tín gøta er breið, nú byrjar ein nýggj, spennandi leið.

Við brosi og blikkum tú veksur so skjótt, tað kennist í hjartanum bæði stolt og mjótt. Ein tíð er at enda, ein onnur byrjar, men minnini búgva, har ljósini tyrna.

Í skúlanum har á fjallabarmi, tú lærdi við vinum og í lærarans varmi. Nú sloknar ein kyndil í skúlanum her, seinasti spýri, nú er hann ei meir.

Men Femja, tú glógvar sum stjørna so klár, við dreymum og styrki, ið okkum tú bar. Far við áræði, kærleika og lív, heimurin bíðar við opnum gnív.

Til Femju nú hon er liðug í fólkaskúlanum

— Rúna Thomsen