Yrkingar eftir Rúna Thomsen
← Allar yrkingar

Nr. 29 av 65

Nú liði er gott og væl eitt tylvt

Familja og kærleiki

Nú liði er gott og væl eitt tylvt Mítt lív tú hevur ríka upp og fylt Síðan ja tú segði til við mær at liva So tí eg vil tær hesi orð nú skriva

Ikki vóru vit nýkomin saman tá longu 10 ár vit saman høvdu ná Og tvey børn tú ríka meg við hevði Áðrenn ja til tín eg endaliga segði

Síðani ja tað eru komin børnini trý So til tey fer sjálvandi mesta tíð Men saman ganga vit hond í hond Líka frá fjalli til fjarðar strond

Lívsins gøta kann við hvørt vera brøtt Og aðrar tíðir er hon sløtt Men um man gongur lið um lið Rættast gøtan upp so við og við

— Rúna Thomsen