Yrkingar eftir Rúna Thomsen
← Allar yrkingar

Nr. 21 av 65

Nú savnast tjøldur í flokk

Náttúra og árstíðir

Nú savnast tjøldur í flokk Av føroyalandi hava fingið nokk Teirra nev stevnur í hav suður Men tungur tykist teirra hugur

Á bønum veðrarnir stórir standa nú er teirra lív í vanda Skjótt á borðið lagdur niður í hjallini upp er Føroyskur siður

Dagurin styttist og missir sín mátt ljósi má geva upp. Long verður nátt Nú fer Føroya land aftur í vetrar dvala regn og vindur um bøin sæst spæla.

— Rúna Thomsen