Yrkingar eftir Rúna Thomsen
← Allar yrkingar

Nr. 16 av 65

Skjótt

Um lívið 19. juli 2015

Skjótt verður stilli ja brátt fer alt av stað Fekst tú sæð tað tú vildi Fekst tú hoyrt títt tónalag

So púra einsamøll dansar línudronning runt steðgar á, eina løtu eitt lagnunar sekund

Ja skjótt, ja skjótt er alt farið vit síggjast kanska aftur

Mín tulking av sanginum hjá Kim Larsen, „Om lidt“

— Rúna Thomsen