Nr. 15 av 65
Í hesum døgum er eitt skil
Í hesum døgum er eitt skil ein kanadiari hann rópar hart seg gera til ein gud hann vil Men fyri okkum mest sum alt tos er svart
Ja Paul hann sigur at vit drepa hval til stuttleika, ja eitt drápsspæl tað er runt um heimin hann tað boða skal at vit eru ørðasta fólk í hesi verð
Men Paul hann situr har við sínum búki sigst at bert kaninmat hann í seg skræðir men fyri mær tað tykist í so slúkið minst xl í stødd hann brúkar klæðir
Nei lat okkum standa saman her á landi og kunnað út um alla víðu verð til síðst verður fyri SS burtur aftur vandi tá heimurin sær at hetta er ein human gerð
Sum tá vit saman skulu sláa ring og kvøða um at drepa grind á ólavsøku far tú bara og syng tí okkara mentan er ongin synd
— Rúna Thomsen