Yrkingar eftir Rúna Thomsen
← Allar yrkingar

Nr. 14 av 65

Stytsti dagur nú er her

Hátíðir og dagar 21. desember 2015

Stytsti dagur nú er her Longsta náttin farin er Úti leika veðurgudarni leikin sín Teir senda regn og storm til tín

Dagurin roynir at kasta sítt ljós Tað nærkast til frelsarin kom í fjós Henda myrka og harða tíð Men samstundis fjálgt við ljósum í

Nú vit fara um stytsta dag Í mongum stovum er eitt jólatræ Nú fer ljósið aftur at vera longur á gátt Og dagurin fer aftur at vinna á nátt

Skjótt fer eisini at vinna stilli Vit sleppa aftur undan stormunum villu Yvir landi kast seg aftur friður og sól Men fyri fyrst ynskja vit øll gleðilig jól

— Rúna Thomsen