← Allar yrkingar
Nr. 23 av 65
Tveytifýra ár av lívi mínum
Tveytifýra ár av lívi mínum deilt eg havi við lívi tínum høgir sjógvar og logn so sløtt hjarta mítt tú mangan hevur fløtt
Saman vit ígjøgnum mangt strev men altíð er funni aftur á stev 5 spírar saman ført í lív áðrenn og eftir tú bleiv mín vív
Vónandi nógv góð ár framman stavn teskan eymligt tú sigur mítt navn Altíð eg uppá teg kann stóla eg elski teg mín góða Poula
— Rúna Thomsen